Bispagarðurin

Biskupsgarðurin, sum er bygdur umleið 1950, var slitin og ótíðarhóskandi.

Tørvur var tí á at umvæla og nýtímansgera garðin. Í samstarvi við Føroya Stiftsstjórn, Landsverk og Arkitektar 99 varð síðst í 2011 farið undir at fyrireika eina høvuðsvæling av garðinum, sum bæði hýsir dagliga virkseminum hjá Føroya Stiftsstjórn, eins og at vera embætisbýli hjá biskupi og familju hansara. Umvælingin fevnir um umleið 450 fermetrar, sum eru høvuðsbygningur og tríggir síðurbygningar, eins at víðka og skipa parkeringsøkið av nýggjum.

Juli 2013:
Arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at bæði bispur og starvsfólkini í Føroya Stiftsstjórn kundu flyta inn umleið tveir mánaðar áðrenn tíðarætlanina, ið varð ásett til 1. august 2013. Umvælingin hevur verið so mikið víttfevnandi, at mestsum bert stórviðurin stendur eftir frá gamla høvuðsbygninginum. Tó er sniðið á bygninginum, sum er sera snotiligur á at líta, í mestan mun varðveitt, hóast vindeyguni eru nýggj og meira nýmótans. Miðað hevur verið eftir at raka sniðið frá teirri tíðini, biskupsgarðurin var bygdur, og hetta sær út til at hava eydnast til fulnar.

Deil hetta upslag